Mata manglar bara læknakanningina

Heimasíður – eitt nú BBC Sports – skriva í kvøld, at sambært heimasíðuni hjá Valencia er felagið vorðið samt um ein prís á 225 milliónir krónur fyri Juan Manuel Mata, sum komandi árini skal leika fyri Chelsea.

 

Hetta váttar Chelsea eisini á heimasíðu síni í einari ógvuliga stuttari fráboðan sum bert sigur, at feløgini eru samd, og at skiftið er treytað av læknakanning.

 

Tað hevur leingi ligið á ljóðið, at Chelsea vildi hava leikaran, og tá heimasíðan hjá Valencia váttar skiftið, má tað roknast sum givið.

 

Mett verður, at læknakanningin bert er ein avgreiðsluspurningur, og eftir standa so bert persónligu samráðingarnar millum leikaran og felagið. Roknað verður við, at Mata fer at forvinna umleið 200 milliónir krónur í ársløn í Chelsea.

 

Enska blaðið The People visti fyrr í dag at siga, at Mata seinastu dagarnar er undirdýktur í sms-boðum frá landsliðsfelaganum, Fernando Torres, ið fegin vil hava Mata til Chelsea.

 

Juan Mata er gamal í mun til hini trý keypini hjá Chelsea í hesum keypsvindeyganum; hann er 23 ára gamal, meðan miðvallarleikarin frá Barcelona, Oriol Romeu er 19, tað sama er málverjin Thibaut Courtios frá Genk, meðan Romelu Lukaku frá Anderlecht bert er 18.

 

Fjórði leikarin, sum Chelsea hevur keypt, er brasilianski miðvallarin, Lucas Piazon, frá Sao Paulo. Hann fyllir ikki 18 fyrr enn í januar, og kemur til enska felagið tá.