Teir mongu føroysku fjeppararnir, sum stuðla Liverpool FC hava ikki undgingið at sæð sjónvarpsbrot og myndir av kenda, uruguayanska framherjanum, Luis Suarez, sum gongur og sutlar úr einum metal-súgvirøri, sum er í einum løgnum koppi, sum hann heldur í aðrari hondini, samstundis, sum Luis Suarez hevur eina termofløsku í hinari hondini. Hetta kann tykjast ógvuliga sjáldsamt í evropeiskum eygum, men Luis Suarez ger júst tað sama, sum allir aðrir uruguay-búgvar. Hann gongur dagin langan og sutlar urtadrykkin “Maté”, sum fyri fólk í Uruguay hevur ein eins stóran – helst størri – týdning, enn skerpikjøt hevur fyri fólk í Føroyum.
Finna landsmenn gjøgnum maté
Í Uruguay er tað tiltikið, at tey hava lætt at finna ein landsmann ella landskvinnu, tá tey ferðast uttanfyri Uruguay. Fara uruguay-búgvar ein túr til argentinska høvuðsstaðin, Buenos Aires, og møta tey einum persóni, sum gongur og sutlar maté úr einum koppi í aðrari hondini, og við einari termofløsku í hinari hondini, so er tað 99 prosent víst, at hesin persónurin er úr Uruguay. Maté-urtadrykkurin verður gjørdur av turkaðum bløðum frá sonevndu Yerba-plantuni. Teir ektaðu maté-kennarnir vilja í flestum førum hava ein maté-kopp rokaðan við turkaðum yerba-bløðum, men tað er eisini møguligt at keypa maté-tebrøv. Maté er eisini rættiliga væl umtókt í grannalondunum hjá Uruguay, men uruguay-búgvar svørja uppá, at teir eru teir fremstu maté-drekkararnir, sjálvt um Argentina hevur staðfest við lóg, at maté er teirra tjóðardrykkur. Sum í fótbólti, so argar Uruguay eisini Argentina, tá tað kemur til maté.
Savna rusk við hestavognum
Eitt annað ógvuliga originalt hugtak, sum eg upplivdi í Montevideo var, at har savna tey rusk inn við hestavognum. Fyrstu ferð eg eygleiddi hetta, so mátti eg líka blinka tríggjar ferðir. Føroya-vinurin, Joaquin Memoli Suarez staðfesti eisini, at júst á ruskinnsavningar-økinum er Uruguay ein eftirbátur, og hevur eisini fingið átalu frá útheiminum fyri hetta. Samanborið við okkara røsku og skjótu ruskinnsavnarar, sum við einari góðari akkord-skipan fáa ruskið hjá føroyskum húsarhaldum, skjótt og effektivt til brennistøðirnar á Hagaleiti, og á Sandvíkahjalla, so kendist hendan løgna ruskinnsavnanin í Montevideo at verða ein arvur frá 19. øld. Tað tyktist eisini ganga ógvuliga seint, og satt at siga tragikomiskt at eygleiða. Samstundis, sum ein hevði hug at smáflenna, so mátti ein eisini harmast um, at hetta lítla sympatiska landið í Suðuramerika ikki hevur funnið ein leist til ruskinnsavnanina, sum hoyrir heima í 21. øld.
Gott við vøkrum bygningum
Tá var tað gott og hugvekjandi, aftaná at hava eygleitt ruskinnsavnanina at síggja tann snotuliga parlamentsbygningin í Montevideo, sum verður nevndur “Palacio Legislativo”. Tveir italskir byggifrøðingar, Vittorio Meano og Gaetano Moretti teknaðu bygningin á sinni. Byrjað var uppá bygningin í 1904, og var tann snotuligi parlamentsbygningurin tikin í nýtslu tann 25. august í 1925. Í 1975 var bygningurin útnevndur at verða ein søguligur tjóðarskattur hjá uruguaynska fólkinum. José Belloni hevur skrýtt bygningin við mongum vøkrum skulpturum, sum gera Palacio Legislativo til ein veruliga vakran og klassiskan bygning, sum ein má standa og njóta í eina langa løtu.
Ein sjáldsamur forseti
Parlamentið í Montevideo hevur 130 fólkavald umboð, sum eru í tveimum deildum. 31 av hesum verða vald, sum senatorar, meðan 99 verða vald til vanliga tingið. Til valið í 2009 fekk tann sosialistiski flokkurin “Frente Amplio” – tann breiði fronturin 50 av 99 tinglimum, og 16 av 30 senatorum valdar í Palacio Legislativo. Sosialistarnir hava sostatt ein reinan, men smalan meiriluta. Forsetin, José Mujica vísur í verki, at hann meinar tað, at hann er sosialist. Hann verður kring heimin nevndur “Heimsins fátækasti forseti”. José Mujica letur 90 prosent av síni forsetaløn, sum svarar til 12.000 amerikanskar dollarar um mánaðin til góðgerandi endamál av ymiskum slagi. Forsetin er vegetarur og býr á einum lítlum garði, har hann og konan dyrka grønmeti. Forsetin er originalur, eins og landið hjá sær. Ein annar vakur bygningur, sum eisini fangar eygað, tá ein vitjar í Montevideo, er tornið hjá samskiftisfelagnum, ANTEL. Í hesum førinum er talan um eitt nýmótans bygningsverk, sum hevur eitt annað slag av vakurleika, sum eisini fangar eygað hjá ferðamanninum. Tornið hjá ANTEL er størsti kontrasturin til hestavognarnir í Montevideo, sum savna rusk.