Brasilianski formel 1 koyrarin Felipe Massa almannakunngjørdi í dag, at hann næsta kappingarár koyrir fyri Ferrari. Hann segði seg verða sera erpnan av at sleppa at koyra fyri stórliðið við liðuna av heimsins besta bilførara, hetta skrivar www.pole-position.dk í dag. Hetta merkir, at landsmaður hansara Rubens Barrichello ikki koyrir fyri Ferrari næsta kappingarár.
Felipe Massa koyrir í løtuni á triðja árið fyri Sauber. Hann kom til Sauber liðið aftan á eitt ár, sum royndarkoyrari hjá Ferrari, og øll árini hava leysasøgur gingið um, at Sauber setrið var venjing til eitt Ferrari setur. Sauber brúka Ferrari motorar. Nú er Sauber liðið selt til BMW og byrjar, sum eitt reint BMW lið næsta kappingarár.
Hvar Rubens Barrichello fer er ilt at siga, hann hevur í ár verið sera opinskáraður í sínum atfinningum móti sjey falda heimsmeistaranum Michael Schumacher, harafturat hevur hann ikki havt nakað serligt kappingarár. Í løtuni eru nógvar leysasøgur um Barrichello, men flestu teirra senda hann til BAR-Honda, sum sigast at vera sera ónøgd við teirra japanska bilførara Takuma Sato.