Vaktleiðarin visti um 09-tíðina í morgun at siga, at vegurin til Fámjins er stongdur, og komandi er hvørki til ella úr úr bygdini.
– Trupulleikin er, at ein maskina hjá Landsverki er uppsteðgað á vegnum niðan til Skarðið, fámjinsmegin.
Sambært Landsverki vita tey ikki at siga, hvar er galið við maskinuni, og tískil duga tey heldur einki at siga um, nær vegurin verður opin aftur.
Tað er hált og kavi um alt landið, og í ælunum er vindur og jarðrok. Tí er umráðandi, at koyrt verður eftir umstøðunum, og at atlit verða tikin skiftandi koyrilíkindini.