Í gjár landaðu tvey línuskip á Toftum, og í morgin landar eitt línuskip aftrat.
Sigmundur, sum hevur roynt vestan fyri, hevði umleið 85.000 pund. Veiðan var blandað, men mest var av toski. Hini fiskasløgini vóru longa, brosma, hýsa, svartkalvi og blálonga.
Stapin, sum hendan túrin hevur verið á Reykjanesrygginum, hevði umleið 70.000 pund av toski, hýsu, longu og brosmu.
Eitt annað línuskip, Mascot, sum hevur roynt eystan fyri og landar á Toftum í morgin, hevur umleið 114.000 pund av longu og brosmu.