Mascherano er nú Liverpool-leikari

Argentinski miðvallarleikarin hevur leikt væl síðan hann kom til Liverpool frá West Ham síðsta summar. Hann hevur tó bara verið Liverpool til láns, men í dag eydnaðist tað pørtunum at binda hann at felagnum.

Tað hevur verið eigarin av stóru KT-fyritøkuni Media Sports Investments, iranski Kia Joorabchian, ið hevur havt valdið yvir Mascherano síðan hann kom til Onglands og West Ham frá Corinthians veturin 2006. Nú hevur Joorabchian altso saman við Liverpool fingið ein sáttmála upp á pláss, sum bindur Mascherano at felagnum komandi fýra árini. Undirskriftin hjá Mascherano kostar Liverpool góðar 180 mió. kr.