Mary vorðin meira tilvitað um lívið

- Eg vil stríðast fyri betri korum og vera í eygnahædd við allar mínar limir, sigur Mary Antonsdóttir.

 

In.fo hevur sett forkvinnuni í Heilsuhjálparafelag Føroya, Mary Antonsdóttir, nakrar spurningar, nú 2018 er um at verða liðugt, og vit eru á gáttini til 2019.

 

Keypir tú fýrverk? 

 

- Eg hvørki keypi ella skjóti fýrverk, tí eg ræðist tað. Minnist ta einu ferðina, tá eg og Bogi, beiggi mín, vóru børn, og eg hugdi eftir, meðan hann skeyt eina rakett. Men, har hendi einki, og hann fór síðan yvir til rakettina, og í somu løtu reyk hon avstað og brendi eygnabrýrnar av hjá honum. Børnini hjá mær hava sjálvandi fingið fýrverk, men treytin er, at verndarbrillur verða brúktar.


Hvar heldur tú nýggjár í ár, og hvat verður gjørt burturúr? 

 

Í ár verða vit heima hjá okkum á Argjum. Vit eta ræst kjøt og hugna okkum við kortspæli og øðrum. Seinni um kvøldið skjóta sonurin og maðurin fýrverk, og eg og hundurin hyggja at. Hann ræðist ikki fýrverk, tíbetur.

 

Mary Antonsdóttir sigur, at henni leingist altíð aftur til Vágs á nýggjárinum, tí einki kann mátast við nýggjárshaldið har. 


Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018? 

 

Tað var, tá eg fekk mín fyrsta sáttmála í hús saman við nevndini. Tað var mín elddópur og beinhart arbeiði, men skal eg siga tað sjálv, so gekk tað væl.

 

Tað gleddi eisini Mary Antonsdóttir, at elsti sonurin og verdóttirin fluttu í nýggja íbúð og soleiðis kundu seta føtur undir egið borð, og hon heldur, at einki kann sammetast við, tá tað gongur væl hjá børnunum.

 

Og hvat var tað keðiligasta í 2018? 

 

Tá Boas, yngsti sonurin, 16 ára gamal, fór til Danmarkar í skúla, var hetta øgiliga tungt og ein torfør tíð at koma ígjøgnum, og soleiðis er tað framvegis. Børn fylla nógv, og tá tey ikki eru har í dagligdegnum, tá er eitt stórt tómrúm, ið má fyllast út við onkrum øðrum. Tíbetur havi eg eitt spennandi starv og eitt gott trygdarnet, so eg fái tíðina at ganga. Eg gleðist um at verða saman við honum nú um høgtíðina.

 

Mary Antonsdóttir vísir á, at hon í 2018 hevur verið meiri tilvitað um lívið sum heild, og hon roynir ikki at brúka tíð upp á tað, ið ongan týdning hevur.

 

- Eg fekk staðfest krabbamein í 2016 og eri cancerfrí í dag. Vit fáa øll mótgongd, men tað snýr seg um ikki at blaka frá sær, men stríðast fyri at koma fyri seg aftur. Í dag havi eg eitt gott lív, eina deiliga familju og góðar vinir, ið eg virðismeti høgt.

 

Hon heldur, at tað var ein sorgarleikur, at føroyskir bróstkrabbasjúklingar mistu dugnaliga skurðlæknan, Kristján Skúla, og hon heldur, at hetta verður eitt stórt bakkast fyri bróstkrabbaøkið í Føroyum.

 

- Men, avvarðandi myndugleikar vildu tað øðrvísi, leggur hon aftrat.


Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019? 

 

Eg havi sett mær sum mál áhaldandi at vera ein sjónlig forkvinna, ið limirnir hava álit á. Eg vil stríðast fyri betri korum og vera í eygnahædd við allar mínar limir, sigur Mary Antonsdóttir, sum er forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.