Hon tekur við starvinum 1. august 2003. Mary er útbúgvin sjúkrasystir í 1985 og siviløkonomur í 1993. Harumframt hevur hon leiðsluútbúgvingina KIOL frá DFH. Hon hevur hollar royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring innan almanna- og heilsuøkið. Hon hevur starvast innan sjúkrahúsverkið í fleiri ár, í Almanna- og Heilsumálastýrinum var hon deildarstjóri í nærum trý ár og er í løtuni í starvi í Fiskimálaráðnum. Mary er gift við Bergur í Garði, postverksstjóra, tey eiga børnini Cristian og Mariu










