Talv
28 telvarar tóku lut, tá finalan í Grand-Prix varð telvd í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag leygardagin.
Talan var um triða umfar, og undan hesum lá Carl Martin Nolsøe Samuelsen best fyri í kappingini, har Martin Poulsen, Rani Nolsøe og Finnbjørn Vang tó vóru í hølunum á honum.
Trilvandi favorittar
Tað var tó í nógvar mátar so sum so við avrikunum hjá favorittunum. Allir høvdu teir ein rættiliga óstøðugan dag, har summir av oddafiskunum púra óvæntað taptu fyri telvarunum við væl lægri rating.
Avgerandi fyri endastøðuna varð tó, at Martin Poulsen megnaði at basa Carl Eli í teirra talvi, har báðir telvararnir vóru í tíðarneyð. Tað bar við sær, at Martin at enda skuldi hava javnleik móti Finnbjørn Vang, men hetta eydnaðist tó ikki. Finnbjørn vann talvið, og so gjørdist neyðugt við snartalvi til at avgera GP-heitið.
Her var Martin tann stinnari, og við tryggum 2-0 varð tað soleiðis hann, sum fekk heiðurin av at gerast Grand Prix vinnari í talvi 2006.