Martin tvífaldur AB málskjútti

1. deild: Martin Olsen skoraði bæði málini, tá ið AB vann 2-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá 07 Vestur. AB er framvegis á uppflytingarplássi, og næstbesta liðið hjá 07 Vestur er framvegis stigaleyst.

Tað er fasittið, eftir at argjamenn í dag vunnu 2-0 í Sørvági. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, og Martin Olsen skoraði bæði málini. Tað fyrra eftir 18 minuttir, og tað seinna tíggju minuttir undan hvíldini.

Síðstu løtuna var AB undirmannað, tí Gunnar Haraldsen, sum áður hevur spælt við 07 Vestur, varð vístur av vølli, tá ið hann sá gula kortið fyri aðru ferð.

Møguleiki var fyri spenningi síðstu lítlu løtuna, men spælandi venjarin hjá heimaliðnum, Súni Fríði Barbá, misnýtti brotsspark, tá ið tað restaðu sjey minuttir.