Hóast tað hjá nøkrum kanska kom sum eitt sjokk, tá Poul Nyrup Rasmussen langaði donsku treytirnar á borðið, so eru kortini ikki øll, sum eru eins bilsin.
Á Lærda háskúlanum í Århus situr ein maður, sum kennir nokkso væl til Føroyar og føroysk viðurskifti, og hann heldur ikki, at útspælið var ógvusligari enn væntað.
Martin Paldam, professari, sigur við Sosialin, at støðan í Danmark er soleiðis hátta, at danir eru troyttir av føroyingum, og at teir heldur enn fegnir vilja sleppa av við okkum.
- Tú skalt minnast til, at tað, seinastu árini, alsmant meira er kastað dønum fyri, at teir hava alla skuldina fyri tær ólukkur, sum føroyingum hevur verið fyri, og tað eru fólk deyðatroytt av. Føroyingar siga ikki so frægt sum takk fyri ta góðu milliardina, sum verður send hvørt ár, og tað ger bara ilt verri, sigur Martin Paldam.
Ber væl til
Annars hoyrir Martin Paldam ikki upp í tann bólk av dønum, sum siga, at føroyingar ongan møguleika hava at klára seg uttan donsku
ríkisveitingina. Tvørturímóti.
Hann er ivaleysur í, at tað ber til. Eisini innanfyri tey fimm árini, sum Poul Nyrup Rasmussen hevur lagt upp til.
- Føroyingar vita, at tað kemur eitt fall í livifótinum, men tað verður eingin orsøk at óttast fyri tí. Føroyar verða framhaldandi eitt ríkt land, og inntøkan fellur ikki ein gang so nógv, at Føroyar gerast eitt milluminntøkuland. Men hygg t. d. til Onglands, Spania og fleiri onnur lond í Evropa. Tey hava ikki hægri miðalinntøku enn tað, og tey klára seg sera væl. So har er einki at vera bangin fyri.
Harafturat er Paldam eisini ivaleysur í, at tað er rætt av føroyingum at taka fullveldi, tí tað ger greiðari linjur í øllum viðurskiftum.
- Sum støðan er nú, hava føroyingar búskaparligu stýringina, men hendir nakað, so eru tað danir, sum fáa skyldina og tað er nakað, sum troyttar fólk.
Paldam leggur afturat, at hann ikki hevur sæð føroyska útspælið, og tí ikki kann gera viðmerkingar til tað, sum í tí stendur, og somuleiðis hevur hann heldur ikki sæð útrokningarnar frá Fíggjarmálaráðnum danska, men báðir partar fáa nøkur orð við á vegnum.
- Eg haldi, at tað er skeivt av landsstýrinum at biðja um búskaparliga hjálp í eitt longri tíðarskeið, tí føroy-ingar hava ikki krav upp á nakað. Sum eg havi skilt, so biðja føroyingar um hjálp í nærum óavmarkaða tíð framyvir, og tað sigur seg sjálvt, at danir ikki vilja veita tað.
Men teir hava avmarkað tíðarskeiðið til 15 ár, er tað ikki á eini
góðari leið fyri búskapin?
- Eg haldi ikki at tað er neyðugt við meiri enn fimm árum, sigur hann.
Martin Paldam sigur nevniliga, at støðan, sum hon er í dag er tann, at ríkisstuðulin, bæði í Føroyum og í Grønlandi, hevur skaðilig árin á búskapin.
- Samfelagsbúskapurin hevur ikki gott av, at so nógvir pengar vera
sprændir inn í samfelagið, og tí er tað einasta rætta, at fáa stuðulin burtur, sum skjótast.
Hesum fær hann undirtøku fyri frá føroyskum búskaparfrøðingum og eisini formanninum í Ráðgevandi nevndini, Arna Larsen
Heldur lítið um
fíggjarmálaráðið
Annars heldur Martin Paldam lítið um mátan hjá Fíggjarmálaráðnum um at rokna føroyingar búsitandi í Danmark upp í ríkisstuðulin til Føroya.
- Uttan at eg havi sæð tølini, so loyvi eg mær at siga, at hatta hoyrir ongastaðni heima. Føroyingar í Danmark eru ikki teir, sum liva av hjálp frá statinum, so hatta hoyrir ongastaðni heima.
Tá vit spyrja Martin Paldam um hann væntar, at roknistykkið frá
Fíggjarmálaráðnum fer at hava við sær ein keðiligan samráðingaranda,
sigur hann, at tað væntar hann ikki.
- Partarnir skulu røkka einum máli, og eg vænti, at teir fara at gera tað í felag, men tað verður neyvan við eini langari skiftistíð, sum úrslit.
Tá vit spyrja um hann heldur, at føroyingar eiga at taka fullveldi ella ikki, sigur hann púra greitt.
- Taki fullveldi. Fyri tykkara egnu skyld - so gera tit samstundis
dønum eina tænastu.