Norska stórtalentið, Martin Ødegaard, leikti í gjárkvøldið sín fyrsta landsdyst fyri Noreg, hóast hann bert er 15 ára gamal.
Martin Ødegaard kom á vøllin seinasta hálva tíman í gjárkvøldið, tá Noreg á heimavølli vann 2-1 móti Bulgaria.
15 ára gamli Martin Ødegaard telist millum størstu talentini í Europa, og verður javnan samanborin við FC Barcelona stjørnuna, Lionel Messi.
Áhugin fyri Martin Ødegaard er eisini sera stórur. Stórfeløg sum FC Barcelona, Real Madrid, Bayern Munchen og Manchester United hava øll víst áhuga fyri unga norska stjørnuskotinum.
Í einum aldri á 15 ár og 300 dagar, tók Martin Ødegaard í gjárkvøldið metið sum yngsti leikari, ið nakrantíð hevur leikt ein europeiskan altjóða dyst.
Teir 5 yngstu, ið nakrantíð hava leikt ein altjóða europeiskan dyst:
1. Martin Ødegaard, Noreg (15 ár og 300 dagar)
2. Sigurdur Jonsson, Ísland (16 ár og 251 dagar)
3. Peter Jehle, Liechtenstein (16 ár og 265 dagar)
4. Levan Kenia, Georgia (16 ár og 325 dagar)
5. Daniel Frick, Liechtenstein (17 ár og 79 dagar)
Omanfyri ber til at síggja eitt videoklipp við norska stjørnuskotinum.









