Í Danmark og Svøríki hava tey feira sínar bestu fótbóltsspælarar í dag. Í Danmark gjørdist tað Aston Villa krumtappurin, Martin Laursen, sum gjørdist ?Ársins spælari?. - Túsind takk til øll, sum hava atkvøtt fyri mær. Tá eg fyri trimum árum síðani varð skurðviðgjørdur av einum knæ-serfrøðingi, segði hann við meg, at eg kundi ikki verða vísur í, at eg kundi spæla fótbólt aftur. So eg má viðganga, at tá roknaði eg ikki við at skula standa her í dag. Segði Martin Laursen.
Ì Svøríki gjørdist Zlatan Ibrahimovic søguligur, tá hann, sum tann fyrsti svenski fótbóltsspælarin nakrantíð vann heitið, sum ?Àrsins spælari? á triðja sinni. Zlatan gjørdist eisini ?Ársins spælari? í 2005 og 2007. Zlatan, sum er av bosniskum uppruna - og er vaksin upp í Malmö - hevur spælt ótrúliga væl fyri Inter Milan seinasta árið. Til stuttleikar kann nevnast, at fyrsti A-landsdysturin hjá Zlatan fyri Svøríki, varð í einari innandura fótbóltshøll í Växsjö. Dysturin endaði 0-0, og mótstøðuliðið æt Føroyar.