ÍF skrivar soleiðis:
Aftur í kvøld var ljós á skrivstovuni á ovastu hædd í ítróttarhúsinum. Enn einaferð var tað ein gleðilig orsøk. Vit kunnu í kvøld avdúka, at vit hava skrivað ein 2 ára sáttmála við Martin K. Joensen, sum flytir inn røttu megin Varmakeldu.
Martin, sum annan jóladag fyllir 26 ár, er royndur áleypari, hevur spælt tilsamans 192 dystir í Betri deildini og 1. deild, og hava hesir dystir kastað tilsamans 96 mál av sær.
Í 2025 umboðaði Martin B68 fyrru hálvu og barndómsfelagið Víking í seinnu hálvu.
Vit vilja við hesum bjóða Martin hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar og ÍF og gleða okkum til at síggja hann í reyða búnanum komandi árini, skrivar ÍF í kvøld.
Um vikuskiftið skrivaði ÍF undir sáttmála við Teit Hjelm, sum higartil hevur verið álopsspælari hjá FC Suðuroy.











