Martin fann bóltin

Martin í Brekkunum í Hoyvík taldist millum teirra, sum høvdu kollgitt, hvar bólturin var, nú næsti ferðaseðilin hjá Atlantic Airways verður lutaður burtur

Finnið bóltin

Tað tykist ganga nakað betri hjá lesarunum at finna útav, hvar bólturin er á myndunum, sum hvønn dag eru at síggja í Sosialinum.
Í fyrsta umfarinum av kappingini vóru bara átta lesarar av teimum mongu, sum høvdu SMSa, ið høvdu kollgitt, hvar bólturin var.
Undirtøkan til næsta umfarið var eins og í fyrra umfarinum rættiliga góð, og hesa ferð vóru heili 20, sum høvdu kollgitt bóltin á teimum báðum myndunum, sum vórðu prentaðar hesar báðar vikurnar.
Millum tey 20 drógu vit navnið hjá Martin í Brekkunum, sum er búsitandi í Hoyvík, og hann kann soleiðis gleða seg til at fáa eitt gávurkort við ferðaseðli aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.