Martin Ødegaard er vrakaður

Hann var mettur sum heimsins størsta talent fyri nøkrum árum síðani, men nýggi norski landsliðsvenjarin tykist ikki vera líka stórur fjeppari av Martin Ødegaard sum norðmenn annars. Hann er ikki úttikin á norska landsliðið til dystin móti Norðurírlandi 26. mars.

 

Sjálvur sigur norski landsliðsvenjarin Lars Lagerbäck, at orsøkin er, at hann ikki hevur tørv á einum spælara sum Martin Ødegaard til dystin á útivølli móti Norðurírlandi. Hann avvísir als ikki, at Martin Ødegaard møguliga verður aftur at síggja á landsliðnum í einum av komandi dystunum.

 

Martin Ødegaard er í løtuni leigaður út frá Real Madrid til Herenveen í bestu hollendsku deildini. Har hevur gingið eitt sindur so sum so, men kortini hevur hann byrjað seinastu sjey dystirnar hjá hollendska felagnum. Fyribils er hann tó vigaður og funnin ov lættur til norska landsliðið.