Martin Agnarsson og liðfelagarnir vunnu fimta sigurin á rað

Aarhus Fremad vann toppuppgerðina móti Fremad Amager

Tað bleiv tíverri ikki talan um eina føroyingauppgerð, tá liðið hjá Andrassi Johansen, Fremad Amager og liðið hjá Martini Agnarssyni, Aarhus Fremad spældu toppdyst í ovara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Á leikvøllinum í Sundby vann Aarhus Fremad, ið hevði Martin Agnarsson á vøllinum allan dystin 1-0 á Fremad Amager, ið ikki unti Andrassi Johansen spælitíð í dag. Talan var um fimta sigurin á rað hjá Martini og liðfeløgunum. 

 

Norski Elias Egerton skoraði sigursmálið, tá 83 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Aarhus Fremad er greitt oddalið við 50 stigum. Fremad Amager hevur 45 stig, og Middelfart er nummar trý við 44 stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 13 hevur Aarhus Fremad heimadyst móti Næstved. Dagin fyri klokkan 17.30 spælir Fremad Amager dyst á útivølli móti Middelfart.