Martin Agnarsson er í Superligahópinum í dag

Superliga: Martin Agnarsson er á fyrsta sinni við í hópinum hjá Viborg, eftir skiftið frá B36

Føroyski Martin Agnarsson, sum í summar skifti frá B36 til danska Viborg, er við í Superligahópinum í dag, tá teir fáa vitjan av Brøndby IF.

 

Venjarin, Jacob Friis, hevur kunngjørt hópin til dystin og millum spælararnar er Martin Agnarsson. Hann skifti í summar frá B36, eftir at feløgini møttust í Europa Conference League. Viborg vann 3-0 á heimavølli, men á Tórsvølli stóð nógv á eina løtu. Tað endaði tó við 2-1 sigri til Viborg, sum fór avstað við sigrinum og Martini Agnarssyni.

 

Martin Agnarsson hevur bara havt einar seks ella sjey venjingar við besta liðum hjá Viborg, men tað hevur verið nokk til at sannført venjaran um, at Martin Agnarsson skal verða við í hópinum í dag.

 

Hópurin:

 

Lucas Lund

 

Anton Gaaei

 

Mads Lauritsen

 

Nicolas Bürgy

 

Zan Zaletel

 

Mads Søndergaard

 

Elias Achouri

 

Justin Lonwijk

 

Nils Mortimer

 

Jay-Roy Grot

 

Alassana Jatta

 

Jeppe Grønning

 

Clint Leemans

 

Mikkel Andersen

 

Jakob Bonde

 

Jonas Thorsen

 

Jan Zamburek

 

Sofus Berger

 

Oliver Bundgaard

 

Martin Agnarsson

 

Ibrahim Said