Marta mundi endað sum grýturættur

Tá lítla Marta kom tritlandi inn í Miðlahúsið varnaðist ongin, at hon er ein hundur við einari serligari søgu.
Marta, sum er av slagnum Bejing Shepard, er nevnliga júst lend eftir eina sera drúgva ferð lika úr Kina.
- Eg bleiv so øguliga góður við hana og vildi ikki at hon skuldi enda sum døgurðamatur, sigur eigarin Símun Jákup Højstedt.

Søgan um Símun Jákup og Martu byrjaði fyri fýra mánaðum síðani, tá Símun Jákup kom umborð á skipið har Marta arbeiddi sum skipshundur. Símun Jákup arbeiður sum dykkari í Kina saman við fleiri øðrum føroyingum.

- Hon er so sera fitt og góð at hava við at gera, so vit blivu vinir beinavegin, sigur hann.

Símun Jákup doypti nýggja vinin til Martu eftir filminum SS Marta við millum annað Ove Sprogø.

Arbeiði hjá Martu var at halda skipið frítt frá skaðadjórum og smákyktum. Hon át við øðrum orðum kakkelakkar, flogmýs og annað slíkt.



Gerast døgverðamatur

Frambeinini hjá Martu eru bæði brotin. Hví veit Símun Jákup ikki, men er tað vanligt at gera við hundar, ið koma umborð á skip í Kina.

Í byrjanini hugsaði Símun Jákup ikki um at taka hana við til Føroya, men sum tíðin leið og vinarbandi styrktis, birtist tankin um at taka hana við tá hann fór heim. Vanliga er annars at tvey ára gamlir hundar í Kina verða dripnir og enda á døgurðaborðinum.

- Eg setti meg í samband við Heilsufrøðiligu stavstovuna, og bað síðani tulkin á bátinum umseta teirra krøv til kinesiskt. Tað vísti seg ikki at vera so torført, sum eg áður hevði hildið, at fáa hana við til Føroyar, greiðir hann frá.

Símun Jákup og tulkurin fóru einar tveir túrar til lands, at koppseta Martu og ordna pass og onnur pappír, sum vóru neyðug.



Drúgv ferð

Ferðin heim til Føroyar gjørdist tó drúgvari enn væntað. Símun Jákup skilti tað, sum at 21 dagar skuldu verða gingnir frá tí at Marta var koppsett, til hon kundi koma til Føroyar. Soleiðis var tíanverri ikki - tað vóru 28 dagar, og tískil varð Marta steðga á flogvøllinum í Vágum og tollarirnir hóttu við at avlíva hana ella senda hana av aftur landinum.

- Eg gjørdist illur tá eg kom í Vágarnar. Eg hevði flogi einar 30 tímar og ferðast í fleiri dagar, sigur Símun Jákup.

Men har var einki at gera, Marta var noydd av landinum aftur og niður til Danmarkar at sita í karatenu í seks dagar.

Hetta kostaði Símun Jákupi yvir 7.000 krónur, men var hann komin so langt við Martu, ætlaði hann ikki at geva upp í Vágum.



Etur skerpikjøt

Fyrradagin lendi so Marta at enda í Føroyum. Einasta Símun Jákup hevur fingið hana at eti higartil er skerpikjøt. Vanligan hundamat er hon ikki von við, og tá tey bæði vitjaðu djórahandilin fór hon beinleiðis eftir marsvínunum ístaðin fyri hundakeksunum.

- Konan varð eitt sindur bilsin, at eg kom heim við einum hundi úr Kina, men tað vardi eini 30 sekundir so var hon púra vekk í henni eisini, sigur hann.

Símun Jákup fer aftur til Kina síðst í oktober, men tá verður Marta verðandi í Føroyum.

- Nú er hon føroyingur og her skal hon verða, staðfestur hann.





Fakta um Martu

Aldur: 2 ár

Fødd: Kina

Litur: hvít

Hundaslag: Bejing Shepard

Kostaði at keypa: um 80 krónur

Kostaði at innflyta: um 10.000 krónur