Tað kostaði trimum landsliðsvenjarum dýrt, at teir taptu fyri Marokko í HM-endaspælinum í Katar.
Í innleiðandi bólkaspælinum tapti Belgia 0-2 fyri Marokko. Hetta kostaði landsliðsvenjaranum, Roberto Martínez starvið.
Í áttandapartsfinaluni tapti Spania fyri Marokko aftaná longda leiktíð og brotsspørk. Aftaná dystin fekk Luis Enrique sekkin.
Í fjórðingsfinaluni tapti Portugal 0-1 fyri Marokko. Hetta kostaði Fernando Santos starvið.
Franski landsliðsvenjarin, Didier Deschamps hevur tí tvífaldar orsøkir til at fegnast um, at Frakland vann 2-0 á Marokko í hálvfinaluni. Fyrst og fremst fyri at hava vunnið seg í HM-finaluna, og næst fyri ikki at missa starvið, sum hevði verið sannlíkt um Frakland hevði tapt fyri Marokko.
Tað eru ikki bara ósigrar fyri Marokko, ið hava kostað landsliðsvenjarum starvið undir HM-endaspælinum. Hesir níggju landsliðsvenjararnir eru ikki longur í starvinum aftaná HM-endaspælið:
Tata Martino (Meksiko)
Roberto Martinez (Belgia)
Paulo Bento (Korea)
Otto Addo (Ghana)
Luis Enrique (Spania)
Tite (Brasil)
Louis van Gaal (Niðurlond)
Carlos Queiroz (Iran)
Fernando Santos (Portugal)











