Marokkanari avvístur

Tað var ein ikki so lítið ósmæðin 23 ára gamal marokkanari, sum fyrrapartin varð avvístur innferð í Føroyum, tí hann hvørki hevði visum ella pengar til uppihald.

Marokkanarin hevði hug at kjakast við ákæran um Schengenavtaluna og vildi vita, um aðrir europearar høvdu somu trupulleikar at sleppa til Føroya.

Tann 23 ára gamli var komin til Føroya við Norrönu 27. juli, beint sum ólavsøkan legði frá landi, og fram til hann varð handtikin beint áðrenn klokkan 18 leygardagin 30. juli, hevði alt verið eitt stórt ball.

Hann hevði sagt løgregluni, hvusu ófatiliga fittir føroyingar vóru, og hann hevði tí gjørt av, at biðja um friðskjól í Føroyum. Slík umsókn kann tó ikki viðgerast í Føroyum, og tí verður marokkanarin sendur til Sandholnlejren í Danmark, meðan umsókn hansara verður viðgjørd av dønum.

Hann tóktist hava ilt við at skilja, at umsóknin ikki kundi viðgerast her á landi og vísti fleiri ferðir á, at um hann hevði ynskt friðskjól í Danmark, hevði hann søkt um hetta, meðan hann var í Danmark.

Marokkanarin tóktist í heila tikið hava ilt við at skilja, at hann ikki bara kundi gera júst sum honum lysti, og hann gjørdi røttinum greitt, eftir at dómur var fallin um, at hann skuldi sita í varðhaldi í upp til átta dagar, til hann kundi sendast av landinum, at hann so avgjørt ikki ætlaði sær einsamallur til Danmarkar.

Hann vísti á, at hann hevði uppihaldsloyvi í Italia, har hann hevði búð seinastu átta árini, men kortini hevði hann tikið koyrikortið í heimlandinum i 2008. Hann tóktist halda, at hann var í sínum fulla rætti at seta krøv, men slíkt ber sjálvandi ikki til, og dómarin dømdi handtakanina og fongslingina í tríggjar dagar at vera í lagi.

Samstundis varð maðurin dømdur í varðhaldsfongsling í upp til átta dagar, meðan løgreglan fyrireikaði at senda mannin til asylcentrið í Sandholmlejren, meðan umsóknin um friðskjól verður viðgjørd av donsku myndugleikunum.