Marni Djurhuus hevur vant við Vanløse, síðani hann kom niður, so hann hevur hildið seg í formi. Í kvøld hevur hann vant við EB/Streymi, og sunnudagin verður hann helst at síggja í miðverjuni saman við Egili á Bø, tá FC Suðuroy kemur á vitjan við Margáir.
Sorin Anghel fekk skaða í fyrsta landskappingardystinum ímóti B36, og í Fuglafirði týskvøldið fór Dánjal Davidsen skaddur av vøllinum. Brian Olsen, sum kom inn fyri Dánjal, fór fáar minuttir seinni sjálvur skaddur út, so tí eru boð send eftir Marna.
Nú silvurvinnararnir frá í fjør spæla triðja landskappingardystin, er tørvurin á stigum stórur, tí burtur úr teimum báðum fyrstu dystunum hevur EB/Streymur bara fingið eittans stigið.