Marnar óførur listarmaður

Marnar á Skúr í Nólsoy er kendur fyri at duga væl at taka til, men hann dugir so sanniliga eisini væl til hendurnar og listina.

Marnar á Skúr í Nólsoy, sum mong antin kenna, hava hitt ella bara hoyrt um, er kendur fyri at duga væl at taka til.

 

Men, nólsoyingurin dugir meira enn at brúka tað, sum er omanfyri hálsvølan. Hann dugir so sanniliga eisini væl til hendurnar, og er óførur listarmaður.

 

Í fleiri ár hevur hann fingist við at gera ymiskar figurar og standmyndir, sum hann stoypir, myndar og málar. 

 

Á nýggju facebooksíðuni - Nólsoy - nú & tá - liggja myndir, sum eru tiknar í garðinum oman fyri húsini, har Marnar og Marianna búgva í Nólsoy.

 

Her er ein heil framsýning av figurum og standmyndum, og her eru eisini fleiri nýggir figurar í stóru samlingini.

 

Parturin, sum her er avmyndaður, hevur røtur úr Bíbliusøguni. Her eru nógvir frálíkir figurar, eitt nú Adan og Eva og aðrir bíbilskir persónar og hendingar.

 

Viðheftu mynd eigur Evy T. Nielsen.