Marna Egholm luttók í gjár í kapping í Berlin og setti hon tá nýtt føroyskt met í hálvmaraton. Fyri fyrstu ferð rann ein kvinna teinin undir 1 tíma og 20 minuttir, tá Marna kom á mál við tíðini 1 tími, 19 minuttir og 14 sekund. Hon átti sjálv gamla metið á 1 tíma, 20 minuttir og 57 sekund, sum hon setti nýggjársaftan.
Heimasíðan hjá frælsum ítrótti í Føroyum, fif.fo, skrivar, at Marna Egholm endaði nummar 15 hjá kvinninum og nummar tvey í sínum aldursbólki, kvinnur 30 til 34 ár.
Marna Egholm tykist vera sera væl fyri, tí hóast smáskaðar hava darvað henni, rann hon eisini eina avbera góða tíð á 10 kilometrakappingini í landavegsrenning síðsta vikuskifti, hóast hon ikki legði 100 prosent fyri.
- Endaliga tíðin hjá Marnu gjørdist 37.16 min, sum má sigast at vera ein klassatíð. Bert Joan Bláfoss og Bjørk H. Olsen hava runnið hendan teinin skjótari, skrivar fif.fo.
Marna Egholm er eisini við í føroyska bruttohópinum til oyggjaleikirnar á Jersey í summar.