Markvirðir – tá skal ein halda tunguna mitt í munninum

Nú markvirðir tykist vera í miðdepli í lesarabrævi um kosttilmæli, kann eg ikki lata vera við at blanda meg.

Ikki tí, eg rokni við, at Heilsu­frøðiliga starvsstovan (HS) sjálv dugir at greiða frá hvussu markvirðini, sum eru galdandi fyri matvørur í Føroyum skulu nýtast. Men eg rokni við, at HS í fyrstu syftu tekur støði í hvørt markvirðini eru galdandi ella ikki, og síðan virkar í samsvari við galdandi reglur. Í mínum arbeiði fáist eg ofta við metingar av støðini viðvíkjandi dálkandi evnum í umhvørvinum har eingi føroysk markvirðir eru, og eg havi enntá arbeitt við at gera uppskot til markvirðir í ávísum førum. Mín greiða niðurstøða er, at tá ið tað snýr seg um markvirðir, er sera neyðugt at halda tunguna mitt í munninum, tí markvirðir eru so mangt, og ofta eru markvirðini ikki tey somu í ymiskum londum, millum annað tí so nógv ymisk atlit verða tikin, tá ið markvirðini verða ásett.
Men eru tað ikki einans atlit til heilsuna hjá fólki ella djórum, sum skulu takast, tá markvirðir skulu ásetast?
Well, so nemt er tað ein­ans tá talan er um sonevnd daily/weekly ella monthly intake virðir hjá fólki, eisini nevnd TWI, sum stytting fyri tolerable weekly intake. TWI sigur hvat ovasta markið eig­ur at vera, tá ið tað snýr seg um hvussu nógv av einum ávísum evni, ein kann fáa í seg tengd at millum annað hvat tú vigar. TWI er sett við tí eina fyri eygað at verja fólkaheilsu, og tá skuldið ikki vera so nógv at rafla um, ella hvussu? Men jú, tað er tað allíkavæl, tí greitt er, at útgangsstøðið tú brúkar ávirkar úrslitið. Og sjálvt, tá ið útgangsstøðini eru tey somu, er gjørligt at koma til ymisk úrlit. Til dømis tá tað snýr seg um TWI, sum er ásett fyri kyksilvur fyri fólk ávíkavist av serfrøðingabólkum í al­tjóða matvøru- og heilsu­stovn­um FAO/WHO (JECFA) og av amerikanska um­hvørv­is­stovninum EPA, so eru bæði grundað á kanningar, sum eru gjørdar av føroyskum børnum. Hetta kann ein skjótt kunna seg um við at lesa tilfar á alnótini, um hvussu tey eru komin fram til sínar tilráðingar um TWI. Og allíkavæl eru tey ikki eins, hvussu ber tað til? Jú, FAO/WHO hevur umframt kanningina av føroysku børn­unum eisini hugt eftir kanningum av børnum á Seychellunum. Tí er støðið hjá FAO/WHO miðal millum føroysku kanningina og Seychell kanningina. Har­aftur­at hevur FAO/WHO mett tað verða nøktandi við ein­um trygdarfaktori uppá 6,4, meðan EPA brúkar ein faktorur uppá 10. Bæði TWI-ini eru gjørd av serfrøðingum, ið taka atlit til fólkaheilsu, og bæði TWI-ini mugu vit rokna, eru gjørd eftir bestu sannføring hjá teimum, ið hevur gjørt roknistykkini. Allíkavæl kemst ikki undan, at tað eina markvirði, er galdandi fyri øll ES- lond (sum er grundað á TWI, sum er ásett av FAO/WHO), meðan hitt er eitt markvirði gjørd av einum stovni í USA, og so er tað ikki so løgi, at HS velur tað sum er støðið í ES, og sum er gjørt av einum alltjóða stovni.
Men so var tað hitt mark­virðið sum sipað verður til, tá ið tað verður sagt, at mest loyvda innihaldið av kyk­silvuri í nøkrum vørum ikki má fara uppum 1 mg/kg. Nú fara vit inn á tað fløkta økið. Tí, nú snýr ásetingin av markvirðir seg ikki um hvussu nógv tú kanst eta ella drekka ella anda niður í teg, men nú snýr tað seg um hvussu nógv tað kann vera í eini vøru, sum skal seljast! Og í okkara føri enntá í vøru, sum skal seljast á ES- markn­aðin, tí, snøgt sagt so eru hesi markvirðini ikki galdandi í Føroyum óansæð um vøran skal seljast yvir disk, frá hjalli ella bara etast, so eru markvirðini ikki gald­andi hjá okkum uttan bert fyri vørur, sum skulu út­flyt­ast til ES (Kunngerð nr. 147 frá 01.12.2009). So kann juristurin steðga lesnaðin her, tí málið er liðugt frá einum løgfrøðiligum vinkli. Men tað er tað so kanska ikki kortini, tí juristurin hev­­ur eisini umsorgan fyri børn­um sínum og fyri sínu egnu heilsu. So um so er, at mark­virðið er ásett við støði í tí sum er vandamikið, so er juristurin møguliga sinnaður til - fyri privat endamál - at síggja eitt sindur stórt uppá, hvørt markvirðið er galdandi við lóg ella ikki. Men tað kann eg so sissa tykkum við, at tað eru tey stórt sæð ikki. Sjálvandi verður yvirskipað hugsað um heilsuna, tí ann­ars var einki markvirði sett, og markvirði eru oftani sett fyri vørur, sum ein frá fyrr av veit eru týðandi fyri, hvussu nógv eiturevni ein fær í seg við kostinum. Men tá ið markvirðir so skulu ásetast, so hyggur ein eftir, hvat tað “vanliga” innihaldið av dálkingarevni er í vøruni, og hetta verður so onkursvegna brúkt sum støði. Hví skuldið tað annars vera tvey markvirði fyri kyksilvur í fiski, ið bæði eru galdandi í ES? Og hví skuldi tað annars - sama kunngerð, sum víst á omanfyri - verið seks ymisk markvirði fyri kadmium í mati, og 11 ymisk markvirði fyri dioksin og dioksinlíknandi PCB, ið verða brúkt alt eftir hvat fyri vøra talan er um? Nei, mark­­virði verður ásett við støði í hvat sum er vanligt í vøruni vit hava við at gera, og tí er tað ikki rætt at taka eitt markvirði, sum er galdandi fyri fisk og brúka tað uppá aðrar vørur, eitt nú grindatvøst. Ikki desto minni kemur tað fyri, at vit gera tað, men so verður tað gjørt fyri at lýsa inni­hald­ið av dálkingarevni við einum mátistokki sum er viður­kendur. Men onkuntíð mugu vit eisini lata markvirði vera mark­virði, tí hvussu skulu vit annars fyrihalda okkum, ta íð vit mugu staðfesta at náttúr­liga støðið í føroyskari mold er ájavnt við svensku markvirðini fyri metallini kobalt, kopar og vanadium; skulu vit hegna Føroyar inni og siga at her má eing­in vera??? Nei, sjálvandi gera vit ikki tað, tí vit stað­festa kaldliga; soleiðis er jarð­frøðin í Føroyum, og svensku markvirðini eru ikki gald­andi hjá okkum og kunnu ei heldur brúkast fyri føroyska mold.
Sjálvandi merkir hetta ikki, at myndugleikar yvir­høvur skulu venda tað blinda eygað til   sjálvt um okkurt er náttúrligt, sum til dømis hetta við metallir í mold, hetta má myndugleikin vissa seg um áðrenn støðutakan.

ES:
Eitt afturat, av teimum 1172 grindahvalunum, sum eru kann­aðir fyri kyksilvur í tíðar­skeiðnum 1977 til 2010, er ein hvalur funnin at hava kyksilvur uppá 8 mg/kg ella meira. Hinvegin er  fimtihvør hvalur, tvs.  20 %, funnir at hava kyksilvurinnihald uppá 1.0 mg/kg ella minni, meðan 67 % ella 780 hvalir hava 2 mg/kg ella minni.  Tá er hetta tikið sum stikk-sýnir av í alt 35 grindadrápum.  Hvussu nógvir hvalir hetta umboðar, havi eg ikki tøl fyri uppá standandi fót, men tað ber til at finna út­av. Fyri tey, sum hava skil fyri tess, kann eg líka leggja aftur­at, at vit hava yvirvekt av vaksnum honhvalum í tilfarinum, tí vit hava mett hesir sum umráðandi í mun til tvøst sum mannaføði. Til­samans eru 44% av kann­aðu hvalunum vaksnar honir, meðan í einum stand­ard grinda­hvala­bólki vóru hesi 40% í tí stóru grinda­hvala­kanningini í 1986-88.