Marknagilsdepilin fer at kosta 515 milliónir

SPARINGAR Landsverk mælir til, at 64 milliónir verða játtaðar til skúladepilin í Marknagili afturat

Ætlaði skúladepilin við Marknagili fer at kosta tilsamans 515 milliónir krónur, tá ið hann er liðugur.
Hetta er niðurstøðan í einum tilmæli, sum Landsverk nú hvur gjørt til politiska myndugleikan um skúlan í Marknagili.
Tá ið tilboðini vórðu latin upp síðsta summar, gjørdist greitt, at tey vóru væl hægri enn mett var í kostnaðarmetingini.
Úrslitið var nevniliga, at tilboðini vóru tilsamans 156 milliónir krónur hægri, enn kostnaðarmetingin segði.
Tilsamans skuldi hann annars kosta 391 milliónir krónur, umframt 60 milliónir til innbúgv, ella tilsamans 451 milliónir krónur.
Men sambært tilboðunum, sum komu inn, hevði prísurin farið upp á tilsamans 607 milliónir krónur, íroknað innbúgv, og tað var meiri enn politiski myndugleikin vildi góðtaka.

Spara 92 milliónir
Síðani hevur Landsverk, saman við ráðgevarunum og teimum, sum áttu lægstu boðini, arbeitt við at finna sparingar í verkætlanini.
- Landsverk hevur lagt seg eftir at finna møguligar sparingar og samstundis varðveita funktionalitetin, heildina, umframt upprunaliga arkitektoniska hugskotið, sum arkitektur, bygginevnd og dómsnevnd hava peikað á, sigur Landsverk í sínum endaliga tilmæli, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Men Landsverk leggur afturat, at tað ber ikki til at fremja sparingar fyri allar 156 milliónir krónurnar, uttan at hetta gongur út yvir funktionalitet, virksemi á skúlanum, heildina og ásettu krøvini í byggiskránni.
- Hinvegin ber til at gera sparingar svarandi til 92 milliónir krónur og samstundis varðveita allar funktiónir og krøv, ið byggiskráin tilskilar, og somuleiðis varðveita arkitektoniska hugskotið í prosjektinum.
Ætlaðu sparingarnar eru lagdar fyri bygginevndina, og hon tekur undir við, at prosjektið verður broytt samsvarandi.
Landsverk mælir sostatt til, at hesar sparingarnar verða gjørdar.
Men tað merkir so, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum, má í Løgtingið at biðja um eina eykajáttan upp á 64 milliónir krónur.
Sostatt fer skúlin at kosta 455 milliónir krónur sat byggja, men harafturat skulu 60 milliónir brúkast til innbúgv, so tilsamans fer skúlin at kosta 515 milliónir krónur.

LES EISINI: Sáar enn iva um Marknagilsdepilin