Tað verður framvegis miðað fram ímóti, at Marknagilsdepilin skal verða liðug í august í 2016.
Tað staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Gunvør Balle, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu gongur við Marknagilsdeplinum, eftir at seiglívaðar leysasøgur eru farnar at ganga um, at hann verður seinkaður, eftir at eitt brek varð staðfest fyri jól.
Men Bjørn Kalsø staðfestir, at Landsverk miðjar framvegis ímóti at hava skúlan lidnan, sum ætlað.
- Tó er greitt, at skal hetta eydnast, verður neyðugt við fleiri fólkum og longri arbeiðsdøgum, sigur Bjørn Kalsø.
Hann sigur, at tað var beint fyri jól, at tað varð staðfest, at betongið í trappurúmunum varð skeivt roknað út og tað hevur ført við sær, at arbeiðið er seinkað 3-4 mánaðir ímeðan feilurin varð rættaður.
Og tað er hendan tíðin sum skal heintast inn aftur, sigur Bjørn Kalsø
Tað varð ein útlendskur undirveitari hjá útlendska ráðgevaranum, sum átti roknifeilin, og tað hava tey viðurkent og hava sostatt eisini fíggjarligu skyldurnar, ístandast av tí.
Feilurin er meldaður til tryggingina. Men Landsverk sigur, at enn er ikki endaliga gjørt upp, hvørjar avleiddar útreiðslur hetta fer at fáa
- Tað er tó longu greitt, at Landsverk, og tey, sum gera arbeiðið, eru ósamd um, hvussu kostnaður skal gerast upp.
Hesa næstu tíðina fer Landsverk at samráðast við arbeiðstakarar um kostnaðin og eina tíðarætlan fyri at gera arbeiðið.
- Men fæst eingin semja fæst, er sannlíkt, at málið verður lagt fyri gerðarrættin, sigur Bjørn Kalsø.