38 ára gamli, Niels Kreutzmann, fer 31.juli úr starvinum sum sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line. Hann tók við starvinum á Smyril Line 1. mars í ár, og hann hevur sostatt bert sitið í starvinum í fimm mánaðir.
Tutlað hevur verið í krókunum um, at ein illstøða millum Niels Kreutzmann og leiðsluna á Smyril Line er orsøkin til, at 38 ára gamli danin hevur valt at stinga í sekkin bert fimm mánaðir eftir, at hann varð settur í starvið. Høvuðspersónurin sjálvur kveistrar hesar illgitingar til viks.
-Høvuðsorsøkin til, at eg gevist er, at eg havi fingið starv á Greenland Tourism í Danmark, og meira er ikki at siga um tað, sigur Niels Kreutzmann.
Á heimasíðuni hjá Smyril Line stendur skrivað, at Niels Kreutzmann hevur valt at fara úr starvinum av persónligum orsøkum. Vit royndu týsmorgunin at fáa eina viðmerking frá Jóannes á Vali, men tað eydnaðist ikki.
Ferðavinnan
Niels Kreutzmann er útbúgvin cand. merc, og hevur drúgvar royndir innan ferðavinnu. Seinastu fimm mánaðirnir á Smyril Line hava fingið danan at ásanna, at ferðavinnan er hansara hjartamál.
-Tað hava verið fimm spennandi mánaðir á Smyril Line, men eg havi mett, at tað var rættast fyri meg at fara at arbeiða í ferðavinnuni aftur, tí tað dámar mær best, sigur Niels Kreutzmann.
Niels Kreuzmann er uppvaksin í Grønlandi, og hevur føroyska konu.