Marknaðarlóg við ógreiðum myndugleika

Við verandi ógreiða myndugleika tykist tað, sum at allar fortreytir eru skaptar fyri, at tað sindrið av brúkaravernd, ið nýggja marknaðarføringslógin skuldi geva okkum, ikki skal fáast at rigga

Loksins er tingviðgerðin av Føroya fyrstu marknaðarføringslóg farin av bakkastokki. Lógin, ið skal lúka burtur óskikkaða marknaðaratferð, og sum skal syrgja fyri, at tey ábyrgdarfullu ikki fáa eitt sjálvátikið handikapp við at kenna sær hógv. Men hálvavegna komin undir land, tykist framvegis ógreitt, hvør veruliga situr við myndugleikanum at umsita nýggju lógina.

Arbeiðsbólkurin, ið eg vegna Brúkarasamtakið var partur av, legði stóran dent á, at myndugleikin á ongan hátt varð flættaður saman við annan myndugleika, men at hann skuldi vera óheftur og hava egna játtan á fíggjarlógini. At hann so kundi húsast saman við øðrum stovni við felags skrivstovu og kaffimaskinu var í fínasta lagi, og eisini lítið áhugavert í hesum sambandi.

Men tað er sanniliga áhugavert, hví nýggja Marknaðarstovan, ið embætið skal eita, er løgd undir annan stovn at umsita. Tað er eisini áhugavert, at Marknaðarstovan skal inn í høli, ið longu frammanundan ikki rúma tí virksemi, ið skal vera har. Hetta er milt sagt ein vánalig byrjan til tann greiða marknaðin!

Í upprunaliga uppskotinum var ætlanin at stovna ein veruligan brúkaraumboðsmann, men hesin varð strikaður, eftir at arbeiðsbólkurin hevði latið sítt arbeiði úr hondum. Brúkarasamtakið mótmælti hesum, tó uttan úrslit.

Tað skilabesta hevði sjálvandi verið at sett ein veruliga brúkaraumboðsmann beinanvegin. Ein umboðsmann við greiðum myndugleika. Ein umboðsmann, sum kundi handhevja lógina, uttan at kenna seg bundnan at øðrum áhugamálum. Ein umboðsmann, sum kundi slóðað fyri sínum egna starvi við at rudda upp í teim fáu brúkaraverndarlógum, vit hava, og arbeitt fyri at seta í gildi tær lógir, ið vit sum nærum einasta evropeiska land ikki hava fingið enn.

Hetta hevur ikki einans týdning fyri brúkaran, men so sanniliga eisini fyri vinnuna. Tí hon verður nógv betur brynjað til leik á altjóða vølli við at liva og virka undir somu korum, ið útlendskir kappingarneytar dagliga virka í.

Spell, at tað ikki gjørdist so. Spell fyri brúkaran, spell fyri vinnuna og spell fyri tann góða marknaðin.