Marknaðarføra Grønland

Grønlendski landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jørgen Wæver Johansen, er í hesum døgum í USA í sambandi við eitt átak, sum skal fáa amerikanarar at vísa Grønlandi størri áhuga sum fermamannalandi. Flogfelagið Air Greenland hevur gjørt av at fara undir rutuflúgving millum Grønland og Baltimore á amerikonsku eysturstrondini í mai næsta ár, og floghavnin har hjálpir grønlendingum at marknaðarføra nýggju rutuna.