Sunnudagin 24. mai frá kl. 13?18 skipar Margarinfabrikkin fyri marknaðardegi í Gongugøtuni í Havn. Øll ferðsla verður stongd í gongugøtuni, og borð verða sett upp, har fólk, sum hava leiga borð frá Margarinfabrikkini, fara at selja t.d. gomul ting, brúktar bøkur, gomul klæðir, heimagjørdar prýðislutir o.a. Umframt tað fer Margarinfabrikkin eisini at hava eitt borð, har børn og ung fara at selja kaffi, nýbakaðar vaflur og annað gott.
Eisini fer at vera eitt festivaltjald uttanfyri Eik banka, har atgongumerki til Barnafestivalin vera til keyps. Margarinfabrikkin skipar fyri festivalinum, sum verður í Grasagarði 4. juli, har ið høvuðsnavnið er Muhammed frá x-factor.
Endamálið við Marknaðardegnum er at skapa lív og hugna í miðbýin, umframt at savna eitt sindur av peningini saman, til at keypa spøl til Margarinfabrikkina.