Marknaðardagur á Fossánesi

Tíðindaskriv

Leygardagin verður marknaðardagur á Skúlanum á Fossánesi. Tað eru sættu og sjeynduflokkarnir sum saman við foreldrum og lærarum, ið skipa fyri.
Á skránni verða m. a. loppumarknaður, fiskibrunnur, bóltkast, tombola, kaffisø.la og 16 ymiskir sølubásar. Eisini fara musikkskúlanæmingar á Fossánesi at hava tónleikaframførslu.
Seinasta ár varð eisini skipað fyri marknaðardegi, og var hetta tiltak sera væl eydnað, og nógv fólk vitjaðu. Tey á Fossánesi vóna, at undirtøkan verður eins góð í ár. Tiltøkini bryja kl 14 og enda kl. 21 ? tó byrjar tombola kl. 15.