Markleysur ungdómur

Jón Guttesen
Valevni Tjóðveldisfloksins til Fólkatingið
????

Sambandsflokkurin prísar í valskránni ríkisfelagsskap-inum og vísir m.a. á at 95% av føroyingum útbúnir uttanlands eru útbúnir í Danmark.
Tjóðveldisflokkurin fegnast um at ung í Føroyum í størri og størri mun velja at útbúgva seg, og royna seg, út um øll norðanlond, út um alt Europa og út um allan heim.
Føroyski ungdómurin sær at heimurin er opin, sær heimin sum sítt útbúgv-ingarstað og letur ikki snævurskygni stjórna valum sínum.
Tjóðveldisflokkurin hevur greiða støðu, ungdómurin skal hava frælsi at velja og møguleika at royna seg.
Føroyski ungdómurin tekur fullan lut í alheims-gerðini við sínum útbúgv-ingum, royndum og lívs-leið.
Tjóðveldisflokkurin hev-ur greiða støðu. Føroyar skulu hava alheimin í sjónarringininum, trína út á altjóða pallin og taka fullan lut í alheimsgerðini.