Danmark var eitt av fyrstu londunum í Evropa við fríum aborti. Tað var í 1973, tá tað var loyvt at fáa abort til og við 12. viku.
Nú – 50 ár seinni – er tíðin komin at broyt markið, so tað ber til at fáa abort eftir 12. viku, uttan at kvinnan skal hava loyvi.
Tað halda føðilæknar og gynækologar. Eisini áhugafelagsskapurin Sex og Samfund vil hækka markið.
LES her um dømi um abortmørk í ymsum evropiskum londum:
* Til viku 10: Kosovo, Kroatia, Portugal og Slovenia.
* Til viku 12: Albania, Bosnia-Hercegovina, Bulgaria, Danmark, Estland, Grikkaland, Noreg, Sveis, Serbia, Slovakia, Slovenia, Kekkia, Ukraina og Eysturríki.
Til viku 14: Belgia, Frankaríki, Luxembourg, Týskland, Rumenia og Spania.
Til viku 18: Svøríki.
Til viku 22: Ísland.
TIl viku 22-24: Holland.
Keldur: etik.dk (Kristeligt Dagblad) og Center for Reproductive Rights.
/ritzau/