Markera seg ov nógv

-

Gevst í politikki

Tá hugt verður úr bakspeglið hetta seinasta skeiðið heldur Finnbogi Ísakson, at spurningurin um sjálvstýri og fullveldi hevur verið rætti politikkurin, men hann heldur tað hevur vigað ov nógv í tí politiska kjakinum. ?Tað, sum hevur verið viðgjørt og avrikað annars, hevur kanska verið í so lítið frammi. Tað hevur virkað sum man ongantíð hevur gjørt annað enn at tikist við sjálvstýristilgongdina.

Uppá fyrispurning hvat hann heldur um tað ringa stevið í samgonguni í løtuni og hvat hann heldur um tær ósemjur, sum hava verið og eru millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin sigur Finnbogi Ísakson, at hann ivast í um ósemjurnar veruliga eru so stórar. ?Leiðararnir í samgonguflokkunum upptraðka ov nógv sum um tað eru ósemjur. Tað er blivið til tað, at øll skulu markera seg so nógv. Og markerar tú teg alla tíðina, so kann eitt pinkulítið smáting tykjast sum ein stór ballada.