VVD, Flokkurin hjá sitandi forsætismálaráðharranum í Hollandi, Mark Rutte, gjørdist sigursharrin á valinum í Hollandi í gjár.
Tað var annars vænta, at Geert Wildes fór at vinna í gjár, men flokkur hansara, PVV, vann einans 19 sessir. Tað er ein framgongd, men langt frá teimum 30, sum annars var væntað.
Mark Rutte segði eftir valið, at hollendska fólkið hevði sagt nei til tað skeiva slagið av populismu, við at venda ryggin til Geert Wilders og hansara politikk.
Fleiri leiðarar í Evropa, millum onnur Francois Hollande og Martin Schulz, ynsktu Rutte til lukku, nú ábyrgdin at skipa stjórn aftur liggur á honum.
Geert Wilders fjaldi ikki hvussu skuffaður hann var, men hann segði samstundis, at hann fór ikki at gevast og at Rutte ikki fór at sleppa lættliga frá sær.
Fleiri stjórnarmøguleikar
Mark Rutte hevur fleiri ferðir avskrivað Geert Wilders sum ein part av stjórnini í Hollandi. Tað hava fleiri aðrir flokkar eisini, so tað er nærum ógjørligt, at tað gerst ein møguleiki. Greinarar vísa á, at besti møguleiki hjá Rutte er at fáa Kristu Demokratarnar og liberalu D66 við í eina stjórn, ið hevði givið 71 sessir tilsamans, av teimum 76, ið skal til fyri at fáa ein meirluta. Allir tríggir flokkarnir eru fyri framhaldandi ES limaskapi, ið er sera týdningarmikið í hesum døgum, har stór spurnartekin verða sett við ES sum felagsskap.
Væntandi ganga nakrar vikur áðrenn ein stjórn er komin uppá pláss.










