Mark O. Madsen í Føroyum

Kendi OL-silvurvinnarin og MMA-íðkarin venur í Føroyum í hesum døgum.

Nevaleikur, betur kent sum boksing, hevur tikið dik á seg í Føroyum seinastu árini, og um vikuskiftið verður skipað fyri forvitnisligari venjingarlegu, ið skal vera við til at menna ítróttin enn meira – bæði í støði og í stødd.


Fleiri kend nøvn innan boksing í Danmark vera við á venjingarleguni, sum byrjaði í dag og eisini verður leygardagin og sunnudagin í kjallaranum í høllini á Hálsi í Havn. Ímilum teirra er hálvføroyska systkinaparið, Allan og Sarah Mahfoud.


Kendasti maðurin, sum verður við á venjingarleguni, er Mark O. Madsen. Hann hevur vunnið HM- og OL-heiðursmerkir í glíming, men valdi fyrr í ár at skifta til MMA, ið er ein samansettur stríðsítróttur.


Endamálið við venjingarleguni er, umframt at føroyskir boksarar fáa frálæru av hægsta stigi, eisini at kveikja áhuga fyri at seta fleiri boksifeløg á stovn, soleiðis at ítrótturin skal vaksa og breiða seg um landið.


Ein longri samrøða við oddamannin í føroyskari boksing, Martin Meng, verður at lesa í Vikuskiftissosialinum í morgin.