Ì Dimmu tann 9 februar 2002 skrivar hann soleiðis " À hesum øki er at kalla onki hent hetta samgonguskeið.
Fíggjarmálastýrið hevur gjørt eina búskaparfrágreiðing í samband við Løgtingsfíggjarlógina fyri 2002. Har er ein talva 14, sum eitur skattalættar í hesum valskeiðnum
Persónarkr. 81.000.000
Pensjónistarkr. 30.000.000
Barrnafrádrátturkr. 20.000.000
Partafeløgkr. 53.000.000
Tilsamankr. 184.000.000
So Marjus Dam nakað er hent , meðan fullveldismaðurin Karstin Hansen hevur verið fíggjarmálaráðharri, eg má geva mínum góða floksfelega Høgna Hoydal rætt, hann er tann besti vit hava haft .
So ert tað hitt málið, fullveldi hvussu er so støðan .
Mett avlop 2002.kr. 18.000.000
Avdráttirkr. 141.000.000
Rentur útlandkr. 200.000.000
Íløgurkr. 232.000.000
Minking blokkkr.356.000.000
Tilsamankr. 947.000.000
Heildarveitingingin var 998 mill. í ár 2001 og er í ár 2002 bert 642 mill. So Marjús Dam sjálvt um vit minka blokkin við 356 milliónum so kunnu vit gerða íløgur fyri 232 mill.gjalda rentur 200 mill. og avdráttir 141 mill. ella tilsaman 573 mill..
So kundi ein spurt hvussu stendur til peningaliga ídag
Landsbankin2,5 milliarfir
Grunnar almennir2,0 milliardir
Partafeløg ogn hjá landinum mett 2,5 milliardir
Tilsaman 7,0 milliardir
Skuld til Dk kr. 3,6 milliardir
Vit gjalda ídag 323 millionir í lánsgjald til Danmark, so her eru møguleiga at minka um ognirnar og gjalda skuldina niður, so er bæði pláss til skattalætta og at yvirtaka málsøkir.
Við fullveldisgongdini er ætlanin bæði at veita skattalætta og betra um vælferðina, men vit vilja hava ein sjálvberandi buskap og hann er ikki ringur at fáa eyga á .
Sjálvt danski Statsministarin skilti hetta, men sambandsmenn og javnaðmenn vilja ikki skilja hetta og síggja veruleikan sum hann er.










