Marjus Dam:?Politikkurin hevur givið úrslit

Marjus Dam heldur, at góða úrslitið í veljarakanningini skyldast politikkin hjá Sambandsflokkinum. Hann heldur samstundis onga orsøk vera til at nýta úrslitið sum ein kodda

Veljarakanning

Í veljarakanningini hjá Sosialinum og portal.fo fekk Sambandsflokkurin óvanliga góða undirtøku millum vágafólk. Væl og virðiliga gav veljarakanningin Sambandsflokkinum báðar tingmenninar í Vágoynni. 47,4 prosent ella næstan onnurhvør atkvøða fer í partin hjá Sambandsflokkinum. Sum nú er eigur Sambandsflokkurin annan mannin í Vágoynni. Hin tingmannin eigur Fólkaflokkurin.
Sambandsflokkurin hevur ongantíð átt tveir tingmenn í Vágoynni, men tað hevur verið um reppið. Við valið í 1978 var Sambandsflokkurin seks atkvøður frá at fáa báðar menninar í Vágum.
Á fólkatingsvalinum seinast fekk so mikið stóra undirtøku í Vágoynni, at hetta hevði givið tveir tingmenn. Hetta hevur verið staðiliga afturvíst, men nú vísir henda seinasta veljarakanningin, at hetta kanska ikki er so heilt ómøguligt.
Marjus Dam, tingmaður fyri Sambandsflokkin í Vágoynni fegnast yvir úrslitið í veljarakanningini.
?Eg vóni, at hetta avspeglar eitt landsúrslit hjá Sambandsflokkinum. Úrslitið má fyrst og fremst skyldast tí politikki, ið flokkurin hevur ført, sigur Marjus Dam.
Hann sigur seg ikki heilt duga at siga, hvør orsøkin er til, at flokkurin hjá honum fær so stóra undirtøku í Vágoynni.
?Sambandsflokkurin fær góðan stuðul í Vágoynni. Eg haldi, at vágafólk hava fingið eyguni upp fyri, hvat tað er sum hendir í serliga fullveldismálinum, sigur Marjus Dam.
Vágatingmaður heldur, at hetta komandi løgtingsvalið er at meta sum eitt val millum loysing og samband.
Tá vit spyrja eftir, um fasta sambandið um Vestmannasund hevur ávirkað gongdina á politiska pallinum, so heldur hann ikki, at hesin gevur tað stóra útslagið hesaferð.
?Allir flokkar hava verið fyri undirsjóvartunnilinum. Tað kjakið, sum var, hevur lagt seg aftur. Tað er kanska meira flogvøllurin, sum upptekur fólk. Á hesum økinum hevur samgongu ført ein sovorðnan politikk, soleiðis at fólk ikki vita, um tey eru keypt ella seld, sigur Marjus Dam.
Hóast góða úrslitið í veljara, so ætlar Marjus ikki at liggja á teirri lætu síðuni, men nú skulu øll segl seta til, sigur hann.
?Hvør einasti sambandsveljari má gera sítt valdagin, sigur Marjus Dam.
Annars er Marjus Dam ikki nøgdur við úrslitið í Suðurstreymoy. Hann heldur tað vera sera løgið, at fólk, sum arbeiða hjá tí almenna, velja at stuðla Tjóðveldisflokkinum, tá tað er blokkstuðulin, ið fíggjar tað mesta av tí almenna virkseminum í høvuðsstaðnum.