Marjun: Vit renna aftaná allan dystin

(Rás2) Marjun F. Danberg viðgongur, at tað er strævið hjá Neistanum at byggja uppaftur av nýggjum

Tá Marjun F. Danberg hevur spælt við Neistanum hevur talan næstan bara verið um fyrstaplássið ella annaðplássið í bestu kvinnudeildini, men í ár er øðrvísi, har Neistin hevur eitt fitt pettið upp til oddaliðini VÍF, VB og Kyndil. 

 

Kvinnurnar hjá VÍF høvdu í kvøld møguleikan at vinna seg upp á oddasessin í Hvonndeildini, tá ið tær fingu vitjan av Neistanum, og vestmannagentur tóku av í einari góðari gongd, sum bara tykist at halda fram.

 

VÍF streyk avstað alt fyri eitt og kom á odda 4-0, og hóast tær eisini vóru á odda eitt nú 10-4, so stríddi Neistin seg væl inn aftur í dystin og fór til hálvleiks einans aftanfyri við trimum. Hálvleiksstøðan var nevniliga 12-9 til VÍF.

 

Alt fyri eitt í seinna hálvleiki minkaði Neistin niður í 12-11, men tættari enn tað sama komu tær ongantíð. VÍF slapp, hóast at stórskjúttin Liljan Djurhuus fór út við skaða, lættliga til málini, og við Marionnu Holm Jacobsen á odda vann VÍF greiðan 31-22-sigur.

 

Marjun F. Danberg ásannaði í samrøðu við Trónd Arge á Rás2 aftaná dystin, at tær í Neistanum runnu aftaná VÍF í dystinum í kvøld. Marjun viðgongur, at tað er strævið at byggja eitt nýtt lið upp, tí tað er ikki nakað hon hevur roynt áður í bestu kvinnudeildini áður.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Marjuna F. Danberg aftaná dystin í Vestmanna.

 

VÍF – Neistin 31-22 (12-9)


VÍF: Marianna Holm Jacobsen 8, Agnas Olsen 5, Heidi Maria Akselsen 4, Durita C. Jojic 4, Liljan Djurhuus 3, Randi Virgarsdóttir 3, Kathe Frederiksen 2, Ingibjørg Olsen 1, Sarah Bank Bjerg 1


Neisin: Eir Berg 5, Daniella Joensen 5, Marjun Danberg 3, Fríða á Dunga 3, Ingun Persson 2, Drós Ragnarsdóttir 1, Stina Madsen 1, Nicoleta Hansen 1, Rannvá Hanusson 1

 

 

hvonndeildin
1VÍF10 dystir 304214+9019 stig
2VB11300221+7918
3Kyndil10273198+7516
4Neistin12278288-1011
5H7110217250-336
6Stjørnan10211256-454
7StÍF11151307-1560