Marjun skal byggja Føroyar

- Felagið fyri yrkisbyggiharrar í Føroyum hevur nú sett samskipara í starv, hvørs endamál er at mynda arbeiðið hjá felagnum í størri mun, eins og at gera strategiskar ætlanir fyri virksemið. Tað er 34 ára gamla Marjun Olsen Lützen úr Klaksvík, ið tekur við starvinum sum samskipari í Byggiharrasamtaki Føroya 1. apríl.


Tað skrivar Landsverk í tíðindaskrivi.


Tørvur hevur verið á einum samskipara vegna nógva byggivirksemið, ið hevur verið seinastu árini.


34 ára gamla Marjun Olsen Lützen hevur eina cand. mag. útbúgving frá Aalborg Universiteti innan altjóða viðurskiftum og alheimsgerð.


Seinastu tvey árini hevur Marjun verið skrivari og fulltrúi á Sendistovu Føroya í Brússel, eins og hon hevur starvast í Skiftirættinum á Dómaraskrivstovuni í Havn.


- Samskiparin skal mynda felagið fakliga og leggja upp til at loysa avbjóðingarnar í felag, eins og fáa røkt áhugamálini hjá byggiharrunum í Føroyum. Sum samtak skulu vit somuleiðis vera ein felags rødd mótvegis byggivinnuni, ráðgevum og samfelagnum annars. Vit hava somu avbjóðingar og vilja loysa hesar í felag, eins og vit vilja geva eitt betri íkast til áhaldandi menning av bygging í Føroyum, sigur Ewald Kjølbro, formaður í Byggiharrasamtaki Føroya.


Í Byggiharrasamtaki Føroya eru í løtuni níggju limir, sum telja Landsverk, SEV, Bústaðir, Eystur- og Sandoyartunlar og Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar- Fuglafjarðar- og Eystur- kommunur.


Nevndin fyri Byggiharrasamtak Føroya er mannað soleiðis: Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, formaður, Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, næstformaður, og hinir nevndarlimirnir eru Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, Karl Jakob Ósá, tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu, Eyðun Petersen, tekniskur stjóri í Runavíkar kommunu, Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Bústaðir, og Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- & Sandoyartunlar.


Marjun Olsen Lützen tekur við starvinum 1. apríl.