<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<w:wrap type="square"$?$end$!$</w:wrap$?$end$!$Fríggjadagin 20. oktober kunnu hjúnini Marjun og Símun Jóhan Wolles á Eiði halda gullbrúdleyp. <BR>
Tey eru bæði ættað av Trøllanesi, Marjun, fødd Østerø, er úr Útistovu, og Símun Jóhan úr Uppistovu. Símun Jóhan kom sum smádrongur til Eiðis til fastur sína at ferðast, og har varð hann verandi og vaks sostatt upp hjá Oluffu og Johannesi í Miklagarði á Eiði. Jóhannes var bátasmiður, og har lærdi Símun Jóhan bátasmíð, sum gjørdist lívsstarv hansara.
Símun Jóhan gjørdist kendur bátasmiður – ikki minst gjøgnum sjónvarpssendingarnar, ið Finnbogi Ísakson, sáli, gjørdi. Á andaliga økinum hevur Símun Jóhan verið virkin í samkomuni í Mizpa, og hann var kendur talari í brøðrasamkomuni.
Aftanfyri allar góðar menn er ein góð kona, verður ofta sagt, og tað er ikki minst satt í hesum føri. Marjun hevur við sínum stillføra lyndi fyrimyndarliga røkt heimið, og mong eru tey, ið hava notið blíðskap í Miklagarði. Eftir at børnini vóru farin í skúla, arbeiddi hon eitt skifti sum heimahjálp á Eiði.
Marjun og Símun Jóhan eiga 4 børn: Jóhonnu Oluffu, Astu, Óla og Absalon, og tey eiga 9 barnabørn.
Gullbrúdleypið verður hildið leygardagin 21. oktober, í Mizpa á Eiði, har høvið verður at heilsa uppá gullbrúðarparið millum kl. 13 og 19.










