Í dag varð fyri fyrstu ferð skipað fyri almennari kapping í crossfit.
Vinnarin hjá monnum gjørdist Rói Agnarsson, meðan Marjun Persson vann í kvinnubólkinum.
Kappingin byrjaði klokkan 10 í morgun og fór fram í hølunum hjá Tvørmegi, sum er føroyska crossfit felagið.
Tilsamans 15 íðkarar høvdu boðað frá luttøku - tólv menn og tríggjar kvinnur
Kappingin var býtt upp í trý umfør, og tá klokkan var farin av trý seinnapartin var greitt, hvørjir íðkarar høvdu staðið seg best í kappingini.
Til ber at lesa meira um kappingina í Sosialinum mánadagin.