Í gjárkvøldið fekk Marius Ziska FMA-virðislønina fyri ársins útgávu - hetta fyri útgávuna Portur. Útgávan hevur fingið nógvan rós, bæði í Føroyum og í Danmark.
Portur, sum kom út 15. juni í fjør, er ein útgáva á føroyskum máli burturav. Hans Jacob Kollslíð hevur skrivað allar tekstirnar, eins og hann gjørdi á undanfarnu útgávuni hjá Marius, Home/Heim. Mikael Blak hevur framleitt fløguna, og Fred Ruddick hevur miksað, meðan amerikanski Greg Calbi hevur mastrað.
Umframt Portur hjá Marius vóru hesar útgávurnar tilnevndar virðislønina:
Teitur - I Want To Be Kind
The Crowberry Band - Good Luck To You All
Hamferð - Támsins likam
Silvurdrongur - Silvurpláta
Hoyr nógv spælda lagið Silvurlín frá Portur útgávuni her:
<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/1WtmdNxScB0" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>










