Marius spælir á Summar Festivalinum

Nú kunngerð Summarfestivalurin enn eitt navn, og er talan hesaferð um bólkin MARIUS, sum í ár verður partur av skránni hjá ein av Føroya størstu festivalum ?Marius er avgjørt ein tann mest sermerkti bólkurin á føroyska pallinum. Við stuttligum og lívligum tónleiki, visti Marius seg at vera eitt satt yvirraskilsi?.

Soleiðis skrivaði ummælari hjá Planet.fo eftir framførsluna hjá Marius á Asfalt herfyri.

 

Hans Marius Ziska er høvuðsmaður í bólkinum, sum fyri nøkrum árum síðani vann føroysku kappingina í Global Battle of the Bands. Áður hevur Hans Marius eisini verið sangari í bólkinum Flux, sum var eitt frískt lot í føroyskum tónleiki um aldarskiftið.

 

Marius spælir livandi og lívandi rocktónleik, og bólkurin torir eisini at nýta øðrvísi ljóðføri í tónleikinum hjá sær ? eitt nú harmoniku, ukulele og trækassatrummu.

 

Bólkurin Marius er umframt høvuðsmannin eisini mannaður við góðum tónleikarum: Brandur Jacobsen, Heðin Ziska, Bjarki Meitel, Óli Olsen og Svein Gaard Olsen.