Bæði føroyski og enski teksturin eru fleks, ella reyp, ikki nakað ókent fyribrygdi innan Hip Hop tekstir.
Fleiri munnu kenna føroyska lagið aftur frá vinnandi framførsluni í Sementfinaluni í mai. Eitt lívligt og melodiskt orðaspæl, ið vísir, at Marius meistrar at yrkja líka væl á føroyskum sum enskum.
Støðugi floymurin av fangandi rímum, saman við einfalda beatinum og sannførandi avgreiðslan er ein framúr góðan cocktail.
Áhugin fyri Marius DC er stórur uttanlands, tí hevur rapparin gjørt lagið á enskum, umframt føroysku útgávuna, ið fjepparar hava sungið við til á framførslan seinasta hálva árið.
Í samstarvi við Faroese Music Export luttók Marius fyrr í mánaðinum á New Skool Rules í Rotterdam. Hetta er størsta ráðsstevna og festivalur innan urban og hip hop tónleik í Evropa. Har framførdi hann fyri nøkrum av heimsins størstu plátufeløgum og festivalum innan Hip Hop.
Komandi viku eru fleiri konsertir í Reykjavík á skránni, tá Marius við bólki luttekur á stóra show case festivalinum Iceland Airwaves. Hetta er eisini komið í lag í samstarvi við Faroese Music Export.
Løgini eru upptikin og ljóðblandaði av Mariusi sjálvum, ið eisini hevur forritað og innspælt tónleikin. Gittarin spælir Benjarmin Tausen á Lava. George Nerantiz hevur mastrað, og Tutl gevur út. Tað er nú tøkt á øllum digitalum platformum.
Løgini eru á øllum digitalum platformum. Hoyr Fleks her:
##med2##