Søgan vardi í nærum 85 ár við øllum teimum hendingum og kenslum, sum eitt ríkt mannalív hevur at bjóða. Stillisliga fór hon hiðan, meðan øll hennara næstu vóru hjá. Ein still, men virðilig fráferð úr hesum heimi. Og hóast tað altíð er torført at siga farvæl, varð hetta ein av størstu og hátíðarligastu løtum, ið vit, sum eftir sita, hava upplivað.
Lítil tóktist hon, nú hon lá í song sínari inni á kamarinum á Lágargarði, sum var karmur um hennara gerandisdag seinastu 5 árini. Sjúkan og aldurin høvdu sett síni spor. Men lítla likam hennara hýsti einari stórari menniskju. Tað kendu og vistu vit, sum fingu hana sum vermóður og vin í longri ella stytri tíð. Hon varð okkum í orðsins sanna týðningi sum ein móðir og ein hollur vinur. Tað vóru tey bæði tvey, verforeldur okkara. Heim teirra Oman Stóragarð í Havn varð eisini okkara heim.
Marita varð fødd 2. juni 1924, dóttir Elsu og Poul Enok Hansen. Hon var næstelst av sjey systkjum. Poul Enok var lærari á Viðareiði frá 1918 til 1946, tá ið hann fór aftur til Gøtu, haðan hann var ættaður. Marita livdi síni barna- og ungdómsár á Viðareiði, sum hon eisini hevði ein serligan tokka til. Tað merktist, tá ið hon og systkin hennara vóru saman og tosaðu um ‘gamlar dagar’. Tá var mangan stuttligt at sita og lurta.
Eftir ungdómstíðina á Viðareiði fór Marita eins og mong onnur til Havnar at starvast. Meðan hon starvaðist her, hitti hon ungan drong, Berg Djurhuus, av Sandi, og gjørdust tey góð. Í bókini “Ungur at fara” lýsir Árni Dahl henda unga mann, sum var sera virkin í ungmannafelagslívinum í Havn. Men lagnan varð henni ikki blíð, tí longu 6. oktobur 1946 misti hon hann av tuberklum, einans 27 ára gamlan. Hetta var henni ein dyggur smeitur.
Í 1947 fór Marita til Kungälv á Nordiska Folkhögskolan, sum byrjaði hetta árið. Unglingar úr øllum norðurlondum komu saman har, og fann hon har vinir fyri lívið. Ein lítil hending er haðan, sum kortini vísir, hvussu hon var. Næmingarnir skuldu ganga inn við hvør sínum merki. Einki føroyskt merki var til taks, men Marita gavst ikki á hondum. Hon fór ikki at ganga undir nøkrum øðrum merki enn Merkinum. Tað endaði við, at hon bar føroyska Merkið, sum tey onkursvegna fingu úr Danmørk. Okkum er sagt, at sama merkið hongur á skúlanum enn.
Hvørt tíggjunda ár hittast gamlir næmingar úr Kungälv í Føroyum, og stava mangar góðar og minniligar løtur frá teimum vitjanunum. Síðan tá hava nógvir føroyingar verið á skúlanum í Kungälv, og Føroyar hava eisini sítt egna næmingafelag, sum Marita eisini var formaður fyri eina tíð.
Lívið gekk sína gongd, og í 1949 møttust hon og Heri. Tey giftust í 1950 og hava sostatt livað saman sum hjún í nærum 60 ár. Tey hava 5 børn, 14 ommubørn og 6 langommubørn. Av sonnum ein virðismikil førningur, sum hon eisini dugdi at virðismeta.
Marita varð eisini sjálv rakt av tuberklum og lá fleiri ferðir á Sanatoriinum í Hoydølum. Sjúkan setti síni spor á ymiskan hátt, m.a. tí at hon slapp ikki at hava báðar tær elstu døtur sínar hjá sær, tá ið tær vóru nýføddar. Ein stórur saknur, hóast gleðin um at vera móðir var stór.
Marita var heima øll árini, meðan børnini vóru smá og gingu í skúla. Tá ið tey vóru undankomin, fór hon at starvast á Ellisheiminum í Havn, og tað dámdi henni stak væl. Henni dámdi væl at vera millum fólk, og hon hevði evnini sum fáur at duga at vera um fólk og at lurta. Eina tíð var hon eisini hjá heimahjálpini í Havn. Hesi árini vóru góð.
Maritu dámdi væl at spæla bridge. Spælt varð týskvøld allan veturin, og tað gleddi hon seg til. Tað var hennara kvøld. Manga góða løtu hevur hon havt saman við bridgespælarum úr øllum landinum, ja, tey bæði hava eisini verið uttanlands í tí sambandi, eins og tey hava hýst gestum, sum eru komnir higar í somu ørindum.
Hóast mótburð í lívinum var Marita altíð vælhýrd. Hennara lyndi var lætt, og hon hevði lætt til láturs. Hennara eyðkendi látur hongur enn í luftini Oman Stóragarð, har hon hevði mong góð ár og manga góða løtu. Hon dugdi eisini serstakliga væl at gera mat, eins og hon við sínum matkynstri gjørdi mat til á so ymiskan hátt. Tað var altíð spennandi at vera boðin til ein bita heima hjá henni og Hera. Serliga minnast vit jólini, tá ið øll børn og barnabørn vóru boðin til jóladøgurða. Fyri okkum eru hetta rík minni, ikki minst henni og hennara matkynstri fyri at takka.
Nógv kundi verið sagt afturat um Maritu, men her skulu vit bara nevna ta sjúku, sum hon kom at stríðast við tey seinastu mongu árini. Vit duga ikki at siga við vissu, nær hon hevur fingið sjúkuna Alzheimers, men hon varð staðfest í ár 2000. Tó mangt er, sum bendir á, at sjúkan er komin sníkjandi mong ár frammanundan, tá ið vit nú líta aftureftir. Hendingar ella viðmerkingar, ið kundu tykjast eitt sindur óskiljandi. Soleiðis er henda sjúkan, sum spakuliga fer við okkara kæru, meðan tey enn eru á lívi. Spakuliga máar hon burtur av teirra andaligu evnum og seinri eisini teirra likamliga førleika.
Kanska var Marita við til at laða ein stóran varða, sum vónandi fer at hjálpa øðrum við hennara sjúku og avvarðandi teirra í framtíðini. Hon var við til at gera, at Alzheimerfelagið varð sett á stovn í 2001.
Minnini eru mong. Seinasta punktum er nú skrivað, og meðan vit lata bókina aftur og minnast aftur á manga góða løtu saman við Maritu og Hera, lýsa vit við hesum frið yvir minnið um vermóður okkara, Maritu Pállsdóttur Mohr. Takk fyri alt.
Sonarkona og versynir