Marita Petersen var fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðari í ríkinum

Tey flestu hava valla givið tí gætur, men Føroyar vóru langt framman fyri hini Norðurlondini, hvat javnstøðu viðvíkur, tá vit tosa um stjórnarleiðarar.

Hóast tað eru 29 ár síðani, at Marita Petersen varð vald til fyrsta kvinnuliga løgmann í Føroyum, so hevur eingin gjørt henni bragdið eftir. Tað tók 18 ár, til Danmark fekk fyrstu kvinnuna í forsætismálaráðið – og Svøríki hevur júst nú fingið sína fyrstu kvinnu í forsætismálaráðið

Tað var bara Noreg, sum hevði havt eina kvinnu sum stjórnarleiðara, tá floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum á fundi úti á Argjum seinnapartin leygardagin tann 16. januar í 1993 gjørdi av, at Marita Petersen skuldi loysa Atla Dam av sum løgmann. Tað var av sonnum stríðsval, tí valið stóð í millum tey trý landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum, Maritu Petersen, Thomas Arabo og Jóannes Eidesgaard. Atli P. Dam hevði gjørt av at leggja frá sær – og boðaði frá hesum, tá samgongan millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin varð skipað í januar í 1991.

 

Men hendan leygardagin í januar í 1993 var floksleiðslan hjá Javnaðarflokkin komin saman at taka dagar ímillum, hvør teirra skuldi taka við sum triði løgmaður Javnaðarfloksins – og valið fall á Maritu Petersen.

 

Nú hevur formansskapurin í Fólkatinginum gjørt av, at hon er millum tær týdningarmestu 30 kvinnurnar í ríkinum, sum hava havt týdning fyri fólkaræðið seinastu 100 árini – og sum tí skulu avmyndast á einum stórum málningi í Samrøðurúminum á Christiansborg – sum svar til málningin hjá Herman Vedel av teimum 30 monnunum, sum fyrireikaðu grundlógarbroytingina í 1915, sum førdi til, at kvinnur fingu valrætt.

 

Noreg fekk ta fyrstu kvinnuna í ein stjórnarleiðarasess í Norðurlondum í 1979, tá Gro Harlem Brundtland gjørdist forsætisráðfrú.

 

Og tað var bara Føroyar afturat Noreg, sum í síðstu øld hevði eina kvinnu sum stjórnarleiðara.

 

Hesar eru fyrstu kvinnuligu stjórnarleiðarar í teimum átta Norðurlondunum. Árstalið er, tá tær fyrstu ferð tóku við sum stjórnarleiðari:

 

1. Noreg: Gro Harlem Brundtland 1979

 

2. Føroyar: Marita Petersen 1993

 

3. Finnland: Mari Kiviniemi 2003

 

4. Áland: Viveka Eriksson 2007

 

5. Ísland: Jóhanna Sigurðardóttir 2009

 

6. Danmark: Helle Thorning-Schmidt 2011

 

7. Grønland: Aleqa Hammond 2012

 

8. Svøríki: Magdalena Andersson 2021 

 

Hóast tað eru 29 ár síðani, at Marita Petersen varð vald til fyrsta kvinnuliga løgmann í Føroyum, so hevur eingin gjørt henni bragdið eftir. Tað tók 18 ár, til Danmark fekk fyrstu kvinnuna í forsætismálaráðið – og Svøríki hevur júst nú fingið sína fyrstu kvinnu í forsætismálaráðið