MARITA komin út í dag

Bókin hjá Dagny Joensen um Maritu Petersen er komin í bókabúðirnar í dag. Talan er um eina lýsing í orðum og myndum av menniskjanum og politikaranum, sum skrivaði søgu, tá hon sum fyrsta kvinna gjørdist løgmaður í Føroyum. Marita Petersen legði at kalla lunnar undir nýggja kvinnumentan, sum vísti, at kvinnur á øllum økjum kunnu taka ábyrgd á jøvnum føti við menn. Arbeiðssetningurin hevur verið at lýsa Maritu Petersen gjøgnum tey fólk, sum høvdu nógv at týða fyri hana, og sum kendu hana væl., og somuleiðis onnur, sum hon samstarvaði við í ymsum førum upp gjøgnum árini, skrivar Mentunnagrunnur Studentafelagsins, ið gevur bókina út, í tíðindaskrivi.

Her verður roynt at líta aftur um bak at vita, hvat tað var, sum gjørdi Maritu Petersen til tað áhaldandi og ósjálvsøkna fólk, sum allastaðni, har hon virkaði, vildi gera sítt ítasta fyri at bøta um viðurskiftini hjá fólki her á landi.

Høvundurin Dagny Joensen undrast eisini yvir, at øll bara hava gott at bera Maritu og endurgevur hetta brot: »Tað vísir seg eisini í eftirtíð hennara í politikki, at tað er sjáldan, at politisk mótstøðufólk siga nakað neiligt um Maritu Petersen. Hennara styrki var at megna at tosa við viðhaldsfolk og mótstøðufólk á jøvnum føti. Hon hevði serlig evnir at fáa fólk at geva sær gætur, og hon brendi ongantíð brýr«.