Marion Jones fríkend

Trífaldi olympski gullvinnarin Marion Jones var mikudagin fríkend fyri allar ákærur um doping. Ein roynd hevði víst, at EPO var at finna í kroppinum hjá henni, men ein nýggj roynd, ein sokallað B-roynd, vísti hinvegin, at hetta evni ikki var í kroppinum. 30 ára gamli rennarin var tikin fyri doping undir amerikansku meistaraskapunum í juni mánaði, men nú er hon reinsað.- Eg eri overfegin. Eg havi allatíðina sagt, at eg havi ikki brúkt stimbrandi evni, og eg eri fegin um, at vísundin nú hevur prógvað hetta, sigur Marion Jones í eini fráboðan.